Innanlands

Bogi Jacobsen tekur yvir sum stjóri

Jákup Jacobsen fer frá sum stjóri í samtakinum Varðanum í Gøtu

Bogi Jacobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bogi Jacobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-07-31 19:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samtakið Varðin í Gøta fær nú nýggjan stjóra. Jákup Jacobsen, eisini nevndur Dunga Jákup, er 73 ára gamal, og fer frá. Tað veit útvarpið í dag.

[object Object]Jákup Jacobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bogi Jacobsen, sum er stjóri í Varðanum Pelagic, og sonur Jákup Jacobsen, verður nýggi stjórin í samtakinum, sum eigur feløgini sum millum annað reka skipini Gøtunes, Trónd í Gøtu, Finnur Fríða og Rankin.

Bogi Jacobsen tekur við starvinum sum stjóri 1. august.

Umsetningurin hjá Varðanum er yvir eina milliard krónur, og hevur 375 fólk í starvi.

P/F Varðin varð stovnað í 1986.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder