2026-08-30 18:33
Hjá Pelagos í Fuglafirði hava tey úr at gera við at virka makrelin, sum skipini fiska í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar.
Jupiter hevur landað 200 tons og hevur sett kós móti makrelfeltinum aftur.
Í løtuni landar Chtistian í Grótinum umleið 420 tons til Pelagos, og fer aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.
Norðingur siglir inn við 190 tonsum, sum skal landast til Pelagos aftaná Christian í Grótinum, og Norðingur fer aftur á makrelveiðu, tá ið liðugt er at landa.
Fiskiskapurin hevur verið smáligur seinastu dagarnar, og nú bleiv tað høgætt á feltinum, og makrelurin bleiv vekk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald