Uppsjóvarskipið Borgarin, hjá JFK í Klaksvík, hevur seinastu tíðina ligið á Skála, har skipið eitt nú er málað, og ymiskt viðlíkahaldsarbeði er gjørt við skipið.
Borgarin er annað uppsjóvarskipið hjá JFK, og bleiv keypt til Føroyar í februar í 2017.
Arbeiðið hevur tikið drúgva tíð, og skipið verður liggjandi eina tíð aftrat.
Flestu uppsjóvarskipini bíða eftir at sildafiskiskapurin tekur seg upp, og nøkur heilt fá eru á svartkjaftaveiðu.
Soleiðis sá Borgarin út tá ið skipið kom í føroyska flotan, og hevur skipið havt somu litið til fyri kortum. (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald