Innanlands

Borgarin havt brúkiligan fiskiskap

2.350 tons av svartkjafti upp á átta dagar er brúkiligt, sigur skiparin á Borgaranum

Kristian Dam, skipari á Borgaranum (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Kristian Dam, skipari á Borgaranum (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-05-15 21:37 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit hava roynt í átta dagar og hava umleið 2.350 tons av svartkjafti; so tað er brúkiligur fiskiskapur. Vit byrjaðu í Bankarennuni, men fóru síðan suður á Munkagrunnin og hava so roynt har saman við fleiri føroyskum, íslendskum, grønlendandskum og russiskum skipum.

Tað sigur Kristian Dam, skipari á Borgaranum.

- Skip royna bæði eystan- og vestanfyri Suðuroynna, so tað kundi sæð út sum, at svartkjafturin deilir seg í ár. Eg veit ikki, um tað er minni at fáa í ár enn til dømis í fjør, men kanska hann er meiri spjaddur í ár, eisini tí skip fáa enn svartkjaft sunnanfyri føroyska markið, sigur hann.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Svartkjafturin er hampuliga væl í holdum, og vit fingu bæði stóran og smáan svartkjaft, og tað plagar at dáma monnum væl. Vit skulu landa í Fuglafirði, og so verður farið aftur á svartkjaftaveiðu, sigur Kristian Dam.

Teir vóru blíðir við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð í Norðhavnini í dag. Við spritti og einum metri í frástøðu, var bæði tíð til prát, drekka, Guds orð og bøn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder