2019-02-27 23:01
Uppsjóvarskipið borgarin úr Klaksvík, kom í dag á fuglafjørð, har teir skulu landa.
Borgarin hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Upplýst verður, at teir hava 2300 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fiskaolju og lýsi, og síðan til fóður.
Tá ið Borgarin hevur landað, skulu Fagraberg og Høgaberg landa hvør sína svaertkjaftalast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald