Innanlands

Borgarin landar svartkjaft í Fuglafirði

Borgarin byrjaði at landa til Havsbrún í gjár

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-03-27 07:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin slapp framat aftaná Norðing, sum landaði umleið 2000 tons.

Borgarin hevur verið á svartkjaftaveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verð hampiligur.

Upplýst verður, at teir hava 2250 tons av svartkjafti, sum verður landaður til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Tá ið Borgarin hevur landað, sleppur Fagraberg framat við sínari last av svartkjafti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder