2020-09-26 18:12
Uppsjóvarskipið Borgarin úr Klaksvík kom á Kollafjørð í morgun, har teir skulu landa.
Teir hava verið á sildaveiðu undir Íslandi, og hava 1100 tons av sild við til lands, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic.
Tá ið teir komu á Kollafjørð, landaði Norðingur, og tí mugu teir bíða við at sleppa framat. norðingur verður liðugur í kvøld.
Sagt verður frá sildafeltinum, at talan er ikki um nakran rokfiskiskap, men fitt av sild er at síggja kortini.
Mynd: Kiran Jóanesarson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald