Innanlands

Borgarin skal landa 2300 tons í Fuglafirði

Borgarin er komin inn undan illveðriðnum

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-03-12 08:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin skal landa svartkjaft til Havsbrún.

Teir sleppa framat um døgurðatíð í dag, og skulu teir landa 2300 tons av svartkjafti, sum verður framleiddur til fóður hjá Havsbrún.

Borgarin mátti bíða eftir landingartørni, av tí at Fagraberg landaði 2700 tons av svartkjafti tá ið Borgarin kom á Fuglafjørð.

Fleiri av svartkjaftaskipunum hava sett kós móti landi nú hann sigur so ringt veður á svartkjaftafeltinum í altjóða sjógvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder