Nýggjársdag sendi bretska sjóverjan skotska verjuskipið Jura vestur í hav at ansa eftir at skip úr ES-londum og øðrum londum ikki fiska innan fyri 12 fjórðingar úr Rockall. Hetta var fyrsta beinleiðis avleiðingin av Brexit, sum kom í gildi á nýggjárinum, skrivar BBC og írska kringvarpið RTÉ.
Fyrsta skipið, ið fekk boðini um at halda seg burtur, var írski trolarin The Northern Celt úr Greencastle, ein fiskivinnubýur norðast í Írlandi, ikki so langt frá norðurírska markinum til Donegal landslutin.
Bretskir hermenn fóru mánadagin umborð á The Northern Celt og vístu skiparanum á, at írski trolarin ikki hevði loyvi at fiska nærri enn 12 fjórðingar frá klettinum, sum liggur 260 fjórðingar vestur úr Hebridunum.
The Northern Celt fiskar nú beint uttan fyri 12 fjórðinga markið (Mynd: fishfacts.com)
Skiparin, Adrian McClenaghan hevur síðan boðað írsku uttanríkismyndugleikunum frá hendingini.
McClenaghan undrast yvir støðuna og greiðir frá, at hetta kemur illa við, tí veiðan í júst hesum økinum vanliga telur umleið 30 prosent av árligu veiðuni hjá skipinum.
Ósemja hevur í nógv ár verið um rættindini til sjóøkið kring Rockall - Rokkin ella klettin, sum føroyskir fiskimenn hava kallað hann. Bretland sigur seg hava rættindini, men hesum eru Írland, Ísland og Danmark vegna Føroyar ikki samd í.
Í 2019 var líknandi ósemja á leiðunum kring Rokkin. Les: Stríð millum Skotland og Írland um rættindini við rokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald