2026-06-06 20:03
Trolarin Enniberg hevur landað umleið 600 tons av rækjum í Kårvika í Noreg.
Enniberg hevur verið á rækjuveiðu við Svaldbard, og túrurin hevur vart í hálvan triðja mánað.
Tá ið liðugt var at landa, fór Enniberg til Tromsø, har manningaskifti var, og riggað var til at fara aftur til fiskiskap eftir rækjum.
Skipari hendan túrin var Rólvur í Norðnastovu, og nú Enniberg er farin aftur til fiskiskap er tað við Karl Danielsen sum skipara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald