Innanlands

Brimil sleipaði Fram á Fuglafjørð

Fram var ávegis inn av makrelfeltinum í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, tá teir fingu trupulleikar týsdagin – Teinurin at sleipa var 210 fjórðingar

(Mynd: Bjartur Tórhalsson)

(Mynd: Bjartur Tórhalsson)

2023-09-01 14:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin 29. august fekk Brimil boð um, at Fram hevði trupulleikar og tørvaði sleip til lands.

Fram var tá ávegis inn av makrelfeltinum í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar.

Brimil kom til Fram mikumorgun 30. august og byrjaði at sleipa móti landi. Klokkan eitt hósnáttina komu skipini komu á Fuglafjørð, har Fram skuldi landa.

Teinurin at sleipa var 210 fjórðingar, so her var talan um eitt av teimum longru sleipunum hjá Brimli, skrivar Vørn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder