placeholder
Innanlands

Brimil sleipaði Polarhav á Runavík

Polarhav og Stjørnan vóru ávegis til fiskiskap, tá ið Polarhav fekk maskintrupulleikar

Polarhav (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Polarhav (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-04-28 22:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Polarhav og Stjørnan høvdu júst landað gulllaks í Klaksvík, og vóru ávegis aftur til fiskiskap, tá ið Polarhav fekk maskintrupulleikar.

Tað var um átta tíðina í morgun at MRCC fekk boð um, at ein trolari hevði fingið maskintrupulleikar, og hevði tørv á at verða sleipaður til lands.

Brimil fór avstað og sleipaði Polarhav, sum trolarin eitur, á Runavík, har skipið skal umvælast.

Skipini komu á Runavík um 17 tíðina seinnapartin í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder