2020-09-28 11:10

Leygardagin 26. september varð Brimil biðin um at fara til Íslands til eina hjálparveiting.
Skipið Eivind hevði roynt við línu í íslendskum sjógvi, har tað hevði fingið maskintrupulleikar.
Tá Brimil kom til Eivind sunnumorgunin var skipið statt 17 fjórðingar sunnanfyri Høfn í Íslandi.
Brimil verður væntandi í Kollafirði við Eivind seint í kvøld. Har fer Eivind at landa, áðrenn hann skal til skipasmiðjuna, skrivar Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald