Byggja skip fyri 1.1 milliard krónur

Tey trý Barentshavsreiðaríini hava boðað frá nýbygningum, sum hava eitt virði á omanfyri eina milliard tilsamans

Nýggja rækjuskipið hjá Pf Havborg

Nýggja rækjuskipið hjá Pf Havborg

2020-06-13 08:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Føroyar fær um tvey ár mest framkomna flotan, sum fer at fiska í Barentshavinum. Nakað, sum hevur trongt til leingi.

Tað var februar, at fyrsta fráboðanin kom um nýbygning. Tað var felagið JFK í Klaksvík, sum boðað frá, at ein nýggjur Gadus fór á koma flagskrýddur á Klaksvík á Sjómannadegnum í 2022. 

Bert ein mánaða seinni kunngjørdi Framherji í Fuglafirði, at teir høvdu undirskrivað ein sáttmála um ein nýggjan Akraberg.

Í dag kom so triðja fráboðanin, og var tað felagið Pf Havborg í Havn, sum er eitt dótturfelag hjá Pf Enniberg, og segði at felagið hevur undirskrivað ein sáttmála um nýbygning, sum skal fiska rækjur fyrst og fremst, men samstundis eisini er útgjørdur til at fiska tosk í Barentshavinum.

Allir tríggir trolararnir eru sera framkomnir, tá talan er um tøkni, og tá ið hugsað verður um at verja umhvørvið, og allir tríggir trolararnir verða leveraðir í 2022.

[object Object]Nýggi trolarin hjá Pf Havborg

Nýggi trolarin hjá Pf Havborg kostar 400 milliónir krónur, og verður bygdur í Turkalandi. Tað er felagið Skibsteknisk í Norra, sum hevur sniðgivið nýggja skipið, og er tað sama felag, sum teknaði Enniberg fyri 30 árum síðan.

Sama felag hevur eisini sniðgivið nýggja Gadus, og verða bæði skipini væl omanfyri 80 metrar lang, og 18 metrar breið. Nýggi Gadus kostar eisini umleið 400 milliónir krónur at byggja. Nýggi Gadus skal eisini byggjast í Turkalandi.

[object Object]Nýggi Gadus

Feløgini aftanfyri Enniberg og Gadus hava fyrr bygt líknandi skip tá ið JFK bygdi skipini Sundaberg í 1988 og Skálaberg í 1989. Enniberg kom í 1990, og øll trý skipini eru bygd í Norra.

Nýggi Akraberg verður tó eitt heilt annað snið. Tað er norska felagið Vard, sum hevur snigivið nýggja Akraberg, sum fer at kosta 317 milliónir krónur.

[object Object]Nýggi Akraberg

Tað er eisini Vard, sum skal byggja skipið á skipasmiðjuni í Norra. Tó verður skrokkurin bygdur í Rumenia, meðan nýggi Gadus og nýggi trolarin hjá Pf Havborg skulu byggjast í Turkalandi.

Tá ið hesir tríggir framkomnu trolararnir fara til fiskiskap undir føroyskum flaggi, verður føroyski flotin enn einaferð ein tann framkomnasti í heiminum, eins og hann var fyri nøkrum árum síðan.

Reiðaríini hava sagt, at tað er nýggja fiskivinnulóggávan, har eitt nú uppboðsølan er avtikin, sum ger at tað nú er møguligt at gera íløgur í nýggj skip.

Sum skilst eru eisini rembingar í pelagisku vinnuni, har fleiri reiðaríðir hava ætlanir um at byggja nýtt, og eisini um nýbygningar til heimaflotan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder