Á Sjómannadegnum í 2022 kemur eftir ætlan nýggi flakatrolarin hjá JFK-samtakinum stevnandi inn á Klaksvíkina.
Hetta avdúkaði Hanus Hansen, reiðari, á kjakfundinum á Skúlatrøð í Klasvík í kvøld.
Tað hevur ljóðað í longri tíð, at nýtt skip var ávegis, men nú er tað so greitt, at nýtt verður bygt.
Hanus Hansen upplýsti, at skipið fer at hava møguleika at taka alt við til lands, eitt nú framleiða fiskamjøl- og olju.
Hanus Hansen vil ikki gera fleiri viðmerkingar um nýbygningin í kvøld.
Núverandi Gadus er bygdur í 1987, og kom í føroyska flotan í 2010 (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald