Innanlands

Byrja heimferðina mánadagin

Nýggi Pison setur kós móti Føroyum mánadagin

2021-01-09 16:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Mánadagin loysir norska línuskipið Nyvoll Senior úr Noreg, og setur kós mótir Føroyum, har skipið nú skal hava heimstað.

Nyvoll Senior, sum er bygdur í Vági í 1987, skal eita Pison og verður væntandi í Føroyum mikudagin.

Eyðstein Sørensen, skipari, og ein av eigarunum, upplýsir at teir gera einki burtur úr heimkomuni, og orsøkin er korona.

Nýggi Pison skal riggast til, og verður væntandi liggjandi á Klaksvík í eini 10 dagar, har skipið skal yvirtakast, og ymiskt annað gerast áðrenn klárt er at fara til fiskiskap undir Føroyum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder