2023-04-25 16:43
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum kom í morgun til Íslands, har skipið skal landa svartkjaft.
Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan - 3200 tons - verður landað í Eskifirði, og tá ið liðugt er at landa verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald