2019-03-06 22:22
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum slapp framat í morgun at landa til Havsbrún.
Upplýst verður, at teir hava 2400 tons av svartkjafti, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi.
Talan hevur verið um góðan fiskiskap, og svartkjafturin verður framleiddur til fiskamjøl og fiskaolju, og síðan víðari virkaður til fóður hjá Havsbrún.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald