Innanlands

Christian í Grótinum landar svartkjaft í Fuglafirði

Christian í Grótinum landar í løtuni 2.900 tons av svartkjafti til Havsbrún

Christian í Grótinum (Mynd: Tórik Ábraham Rouah)

Christian í Grótinum (Mynd: Tórik Ábraham Rouah)

2024-01-24 20:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinun skal landa 2.900 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði.

Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Christian í Grótinum fer aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder