2022-08-09 07:06
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum landar 3100 tons av makreli til Havsbrún í Fuglafirði.
Makrelurin er fiskaður norðanfyri í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Hjá Havsbrún verður makrelurin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Tá liðugt er at landa, fer Christian í Grótinum aftur á makrelveiðu.
Aftaná Christian í Grótinum skal Katrin Jóhanna landa 1300 tons av makreli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald