2022-05-27 07:16

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum byrjaði at landa til Havsbrún í morgun.
Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hevur 3300 tons av svartkjafti við til lands, sum verður landað til Havsbrún.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Christian í Grótinum fer nú á makrelveiðu í føroyskum sjógvi.
Sí eisini: Video: Á svartkjaftatúri við nýggjasta skipinum í flotanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald