2024-10-05 08:20
Christian í Grótinum er ávegis til Føroya, har skipið skal landa 700 tons av makreli til Pelagos.
Christian í Grótinum verður í Føroyum í morgin, og byrjar at landa klokkan átta.
Uppsjóvarskipið hevur verið á makrelveiðu í bretskum sjógvi, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu.
Talan er um góðan makrel, sum skipini fáa í bretskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald