Innanlands

Christian trívist umborð á Christiani

Vit taka alt við til lands, og tí landa vit fyrst avskurðin, sum liggur í kølitangunum til Havsbrún, og so landa vit flakið í Klaksvík

2018-11-15 22:47 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í gjár landaði Christian í Grótinum góð 700 tons av sildaavskurði (slógvi) til Havsbrún, og í dag landa teir 700 tons av frystum í Norðhavnini.

- Vit hava roynt norðuri í altjóða sjógvi eftir sild og verið burturi í eina góða viku. Vit hava fingið 700 tons, sum er skorið til flak og fryst í blokkar, sigur skiparin Christian Djurhuus.

- Vit taka alt við til lands, og tí landa vit fyrst avskurðin, sum liggur í kølitangunum til Havsbrún, og so landa vit flakið í Klaksvík. Túrurin var góður, og tað var stór og góð sild, sigur Christian.

Hann er vanliga stýrimaður, men tá hvørgin av teimum føstu skiparunum eru við, er hann skipari.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Vit fara avstað aftur á midnátt. Tá fara vit at royna eftir makreli og vóna, at vit fáa hann í føroyskum sjógvi. Annars kunnu vit fiska hann í ES-sjógvi, sigur hann.

20 mans eru við, tá teir hagreiða fiskin og frysta hann. Annars eru teir 12, tá teir royna eftir svartkjafti, og hann fer til fiskamjøl. Gott 30 mans eru knýttir at skipinum.

- Eg havi verið í reiðarínum síðani 1994. Eg havi trivist sera væl og havi fingið góða viðferð, sigur Christian Djurhuus.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder