So fara vit aftur at hugna okkum á Føroya Sjómannadegi. Rúsfríi dagurin har alt er ókeypis fyri øll vitjandi.
Sum vituligt er, so hevur korona eisini rakt Føroya Sjómannadag í 2020 og 2021, tá vit avgjørdu ikki at hava tiltakið. Men nú er kósin løgd og byrjað verður mánadagin 15. august. Dagarnar eftir tað verður skipað fyri ymiskum tiltøkum og øðrum.
Fríggjadagin 19. august, verður skipað fyri fiskikapping á Kósabrúnni fyri børnum við foreldrum. Eftir fiskikappingina er vatnkríggj á Vágni, har skip luttaka við børnum og vaksnum umborð. Neyðugt er hjá øllum, ið fara umborð á bátar og skip, at vera í bjargingarvesti.
Leygardagurin byrjar við stórum morgunmatarborði, síðani fer eitthvørt at henda allan dagin. Myndirnar niðanfyri eru frá Føroya Sjómannadegi 2019.
Vit eru ikki enn rættuliga lidnir at seta skránna fyri vikuna, viku 33 saman, men hon verður kunngjørd her á Norðlýsinum, so skjótt hon er tøk, helst fyrst í komandi viku.
Gleði tykkum til eitt stórt ókeypis og rúsfrítt tiltak leygardagin 20. august í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald