Isafold er størsta danska uppsjóvarskipið, og hevur júst landað makrel í Fuglafirði.
Danska uppsjóvarskipið hevur verið á makrelveiðu í hetlendskum sjógvi, og hevur landað 1.500 tons av makreli til Pelagos.
Tá ið liðugt var at landa, varð avgjørt at koma á Havnina við skipinum, har tað verður liggjandi til 1. januar tá ið skipið aftur fer á makrelveiðu.
Við Isafold sigla fleiri føroyingar.
Isafold er bygt Spania, og kom í danska flotan í november í fjør. Skipið hevur riggað væl.
Tað var danski stórreiðarin Henning Kjeldsen, í Skagen, sum upprunaliga lat skipið sniðgeva hjá Salt Ship design í Noregi, eftir at hann hevði selt undan farnu Gitte Henning til Føroya. Hetta skipið eitur í dag Gøtunes.
Men áðrenn Henning Kjeldsen yvirtók nýbygningin, sum hann lat byggja í Skagen, seldi hann meginpartin av teimum pelagisku kvotunum og nýgbygning, sum var í ger í Spania.
Trý reiðarí keyptu kvoturnar hjá Henning Kjeldsen, og eitt av teimum var reiðaríið Isafold AS, í Hirtshals, sum samstundis yvirtók nýbygningin, sum skuldi avloysa eitt eldri uppsjóvarskip við sama navni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald