2023-11-05 11:22

Danska uppsjóvarskipið Asbjørn, úr Hirtshals, kom í morgun á Fuglafjørð, har skipið skal landa makrel.
Asbjørn hevur verið á makrelveiðu bretskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan - 1.500 tons, verður landa til Pelagos í Fuglafirði.
Eitt annað danskt uppsjóvarskip, Beinur, er ávegis á Tvøroyri at landa. Júst hvussu nógv teir hava vita vit ikki, men eisini Beinur hevur verið á makrelveiðu í bretskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald