2024-01-07 21:10
Donsku uppsjóvarskipini Isafold og Themis komu inn í dag við makreli, sum skal landast í Føroyum.
Danska uppsjóvarskipið Isafold kom á Fuglafjørð við 1.500 tonsum av makreli, sum skal landast til Pelagos.
Eisini er danska uppsjóvarskipið Themis á Tvøroyri við 1.000 tonsum av makreli, sum skal landast til Varðan Pelagic.
Bæði skipini hava fiskað makrel í hetlendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald