Uttanlands

Donsk skip hava eisini góðan svartkjaftafiskiskap

Ruth er eitt tað av skipunum, sum fiskar svartkjaft vesanfyri Írland

Savnsmynd ( ESM Photo)

Savnsmynd ( ESM Photo)

2019-03-04 10:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað eru ikki einans tey føroysku skipini, sum hava góðan svartkjaftafiskiskap fyri tíðina.

Í síðstu viku landaði Ruth, sum føroyingurin Gullak Madsen er reiðari á, eina last á 3200 tons av svartkjafti, sum teir hava fiskað vestanfyri Írland.

Veiðan varð landað til virkið FF Skagen í Skagen, og tá ið liðugt var at landa, fóru teir aftur til fiskiskap.

Eitt annað kent dansk uppsjóvarskip Beinur, sum familjan Tindskarð og Gunnar Nolsøe eiga, hevur eisini landað í Skagen.

Teir komu um vikuskiftið inn við 2300 tonsum av svartkjafti, sum teir somuleiðis hava fiskað vestanfyri Írland.

Eisini Beinur landaði veiðuna til FF Skagen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder