Donsku uppsjóvarskipini, sum fyri tíðina fiska sild og makrel, hava góðan fiskiskap í løtuni.
Danska uppsjóvarskipið Ruth, sum Gullak Madsen í Hirtshals eigur, landar í Týsklandi í dag.
Teir hava umleið 1600 tons av sild, sum teir hava fiskað í Norðsjónum.
Beinur, sum familjan Tindskarð og Gunnar Nolsøe í Hirtshals eiga, hevur júst landað 1000 tons av sild, sum teir eisini hava fiskað í Norðsjónum. Beinur landaði í Skagen, og er farin aftur á sildaveiðu.
Asbjørn landaði í vikuni eina last á 840 tons av sild, sum teir eisini hava fiskað í Norðsjónum.
Asbjørn landaði eisini sína last í Skagen, og tá ið liðugt var at landa fóru teir á makrelveiðu. Tað er familjan Magnussen í Hirtshals, sum eigur Asbjørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald