- Vit sigla mest við fiskaavskurði ella tað, vit eisini rópa fyri slógvi. Slógvið verður mest nýtt sum fóður í minkafarmum. Góðskan á slógnum skal vera góð, tí minkar tola ikki nógv av, áðrenn teir gerast sjúkir ella at skinnið ikki er nógv gott til at selja til pelsar.
Tað sigur skiparin á danska frystifarmaskipinum Klevstrand, Sonnich.
Mánadagin 4. mars lastaði Klevstrand umleið 700 tons av slógvi í Vági. Slógvið skuldi síðani siglast til Thyborøn í Danmark.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Vit sigla mest við slógvi millum Føroyar, Norra og Danmark. Hóast skipið verður 50 ár komandi ár, so er tað í rímiliga góðum standi og væl egnað til uppgávuna við síðuportri, sigur Sonnich.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í Vági og heilsaði uppá skiparan og stýrimannin Egil Finnsson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald