Innanlands

Ein mánaður er vorðin til 30 ár

Nú eri eg meiri føroyingur enn jugoslavi, sigur Drago

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2018-11-22 22:39 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Tað var ein føroyskur skúlalærari, sum bjóðaði einum vini hjá mær, og mær at vitja í Føroyum í ein mánað. Vit komu, og higartil, er tann mánaður vorðin til nærum 30 ár.

Tað sigur Drago, sum býr í Fuglafirði, har hann hevur familju. Hann er ættaður úr fyrrverandi Jugoslavia og núverandi Kroatia. Hann er føddur í havnabýnum Dobrovnic og er útbúgvin tænari.

- Okkurt skuldi eg gera, tá eg kom til Føroya. Eg arbeiddi fyrsta árið á flakavirki, men so fekk eg hýru við Koralhav. Tað var stormur, og eg spýði í fleiri dagar og trúði, at eg doyði. Men tað gjørdi eg ikki og fór at trívast á sjónum. Eg flutti yvir á Polarhav, tá hon kom sum nýbygningur í 1990. Í 2004 fór eg umborð á nýggju Polarhav, og havi verið her síðani. Vit samtrola við Stjørnuna og eg havi fylgt við skipunum, eisini tá tey vórðu seld, sigur Drago brosandi.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Eg sigli sum kokkur, dekkari og lastamaður; ja, og so sum tænari eisini, og tí veit eg ikki, hvat hinir menninir gera umborð, sigur Drago skálkaliga og flennir hjartaliga.

- Eg trívist væl í Føroyum, her eg nú havi búð í útvið 30 ár. Eg var 25 ár tá eg kom, so nú eru eg meiri føroyingur enn jugoslavi, sigur Drago.

- Tað er deiligt at fáa jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum. Tað er ein góð siðvenja, sum tit halda fast við. Tað skulu tit hava rós og tøkk fyri, sigur Drago.
Samstundis ynskir hann, at fleiri av gevarunum skrivaðu navn á kortið, so teir kundu takka fyri pakkan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder