Innanlands

Emerald farin royndartúr

Emerald kom til Føroyar 13. juli, og hevur síðani gjørt ymiskt arbeiði umborð, og nú er skipið farið royndartúr undir Føroyum

Emerald (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Emerald (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-08-07 07:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum, Emerald, er farið royndartúr undir Føroyum.

Skipið kom til Føroya fyrstuferð tann 13. juli, og skipið skal fyrst og fremst fiska rækjur.

Emerald er bygt í Turkalandi, og er ein tann størsti og framkomnasti trolarin av sínum slag í heiminum.

Emerald fór royndar túr í gjár, og skipið ger royndartúrin eystanfyri í føroyskum sjógvi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder