Stórur hátíðardámar var á Havnini tann 13. juli tá ið nýggjasta skipið í flotanum kom á Havnina fyri fyrstuferð.
Emerald, sum er bygdur í Turkalandi, kom heim til Føroyar á sjálvum føðingardegnum hjá reiðaranum Mortan Johannesen, sum stovnaði samtakið sum í dag eigur flakatrolaran Enniberg, og so verksmiðjutrolaran Emerald, sum fyrst og fremst skal fiska rækjur, men eisini er útgjørdur til at fiska botnfisk.
Umframt rækju og botnfiskaveiðu, so kann verksmiðjutrolarin eisini framleiða mjøl og lýsi umborð.
Síðani skipið kom til Føroyar í juli mánaða, hevur verið arbeitt umborð við at gera skipið liðugt. Talan er um verksmiðjuna, sum ikki var heilt klárt at taka í nýtslu.
Skipið hevur eisini verið nakrar royndar túrar undir Føroyum í hesum sambandi.
Emerald fer nú til Noregs, har skipið skal hava ein eftirlitsfólk við, sum skal fyglja við, hvussu skipið riggar, og síðani fer Emerald til fiskiskap í Hopendýpinum.
Báðir skipararnir, sum vera knýttir at Emerald, eru við henda fyrsta túrin. Teir eru John Mikkjal Godtfred og Jákup Joensen.
Manningin telur 21 mans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald