Tað kemur væntandi at taka umleið eini 14 dagar at umvæla ymsu skeivleikarnar sum eru á Emerald, sum kom til Føroyar í juli í ár.
Skipið er bygt í Turkalandi, og tað er norska fyritøkan Skipsteknisk, sum hevur teknað skipið.
- Emerald liggur í løtuni í Tromsø, og her verður skipið liggjandi í nakrar dagar, sigur Jákup Joensen, sum er annar skiparin umborð.
Millum annað skulu girini kannast, akselsgeneratorurin skal rættast av og eisini skulu fólk eftirhyggja ljósmotorunum umborð.
- Hetta er ein partur av tí tá ið talan er um nýggj skip, og tíverri kemur hetta at taka umleið eini 14 dagar, men vit hava vónir um at loysa fyri jól, sigur Jákup Joensen.
Emerald er heili 87,5 metrar langur og heili 18 metrar breiður. Skipið kostaði yvir 400 milliónir at byggja.
Gadus, sum JFK í Klaksvík eigur, hevur eisini havt ymsar avbjóðingar. Gadus fór tó aftur til fiskiskap fyri nøkrum døgum síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald