Innanlands

Enniberg farin á kongafiskaveiðu

Enniberg hevur landað tosk í Havn

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-06-13 22:27 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Enniberg fór aftur til fisiskap í gjár. 

Tað var seint í gjárkvøldið, at Enniberg loysti frá bryggju í Havn, og farið verður nú á kongafiskaveiðu.

Upplýst verður, at teir fara at fiska kongafisk í Irimgarhavinum. 

Enniberg kom aftur fyri knapt tveimum vikum síðan, og hevur landað góð 900 tons av flaki í Havn, sum teir hava fiskað í russiska partinum av Barentshavinum.

Gadus, fór um vikuskiftið aftur til fisiskap. Teir hava landað umleið 750 tons av flaki, sum teir eisini hava fiskað í russiska partinum av Barentshavinum.

Gadus fór aftur í russiskan sjógv at royna.

Verksmiðjutrolararnir Akraberg er í løtuni í russiskum sjógvi, og Sjúrðarberg er leiðagur til Grønlands, har hann skal gera kanningar fyri grønlendsku havstovuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder