Uttanlands

Íslendarar fara úr Polar Seafood Danmark

Íslendsku eigararnir eru keyptir út fyri knappa milliard danskar krónur

Polar Princess er eitt av skipunum hjá Polar Seafood, sum nú eigur øll partabrøvini í danska felagnum (Savnsmynd: KJ)

Polar Princess er eitt av skipunum hjá Polar Seafood, sum nú eigur øll partabrøvini í danska felagnum (Savnsmynd: KJ)

2026-06-02 08:10 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Íslendska felagið Brim Hf er keypt úr Polar Seafood Danmmark fyri 925 milliónir krónur.

Tað skrivar danska heimasíðan fiskerforum.dk

Íslendska felagið Brim HF keypti helmingin av danska felagnum í oktober 2022 fyri 625 milliónir krónur, og vinningurin er nú 300 milliíonir knapt fýra ár seinni.

Polar Seafood Denmark A/S er eitt sølulið hjá grønlendska Polar Seafood, sum nú eigur øll partabrøvini í danska felagnum.

Hóast íslendsku eigararnir fara úr danska felagnum, so heldur samstarvið fram, sum hevur bundið feløgini saman seinastu árini.

Treytin fyri stóru keypsavtaluni er, at danska kappingareftirlitið góðtekur at grønlendsku eigararnir keypa øll partabrøvini í danska Polar Seafood A/S. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder