2018-07-07 20:04
Flakatrolarin fór aftur til fiskiskap seint í gjárkvøldið.
Eftir middnátt í gjár, loysti Enniberg av Havnini, har teir hava ligið seinastu dagarnar, eftir at teir komu heim úr Irmingarhavinum við 100 tonsum av kongafiski, sum varð landaður í Havn.
Enniberg fer nú í russiska partin av Barentshavinum, har teir fara at fiskað tosk.
Gadus úr Klaksvík er farin aftur til fiskiskap í Barentshavinum, og Akraberg kom heim í síðstu viku.
Triði barentshavstrolarin Sjúrðarberg, hevur seinastu tíðina verði leigaður til Grønlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald