Innanlands

Enniberg komin heim úr Barentshavinum

Enniberg er komin heim úr Barentshavinum við 800 tonsum

Enniberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Enniberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-02 19:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Enniberg setti ólavsøkudag kós móti Føroyum, har flakatrolarin skal landa veiðuna.

Enniberg hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Enniberg hevur roynt bæði í norskum og russiskum sjógvi.

Enniberg fór úr Føroyum fyrruhelvt av mai mánaða, og landar veiðuna í Havn. Enniberg kom á Havnina líka yvir middnátt í nátt.

Við hendan túrin vóru 36 mans, og skipari var Karl Danielsen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder