Innanlands

Enniberg sett kós móti Barentshavinum

Flakatrolarin í Havn loysti í gjárkvøldið og fer nú í russiskan sjógv at fiska

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-23 15:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í gjárkvøldið loysti flakatrolarin Enniberg av Havnini, og setti kós móti Barentshavinum, har teir skulu fiska í russiskum sjógvi.

Enniberg bleiv liðugur við sína kvotu í heyst, og fór síðani í dokk á Skála, har ymiskt bleiv gjørt í sambandi við, at skipið er blivið 28 ár. Eitt nú klassingar og vanligt viðlíkahald.

Enniberg skal hjálpa Gadus, at fiska restina av kvotuni hjá JFK, sum Sjúrðarberg áður hevur fiskað. Sjúrðarberg bleiv seldur til Russlands í summar.

Gadus hevur júst landað 540 tons í Klaksvík, og loysti fyrr í vikuni og setti kós móti russiskum sjógvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder