Innanlands

Enniberg sett kós móti Føroyum

Flakatrolarin fór at sigla heim í gjár

Enniberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Enniberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-12-09 19:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Enniberg, úr Havn, setti í gjár kós móti Føroyum.

Enniberg hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, og hevur umleið 480 tons av flaki við til lands, nú flakatrolarin siglir heim.

Enniberg fór til fiskiskap tann 7. oktober, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Veiðan verður landað í Havn, har teir væntandi vera mánadagin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder