2018-07-13 23:34
Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava landað í dag.
Parið hevur fiskað gulllaks undir Føroyum, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Upplýst verður, at partrolararnir høvdu umleð 290 tons av gulllaksi, sum teir landaðu á Toftum í dag.
Veiðan varð síðan koyrd til Tavuna í Leirvík, har gulllaksurin verður virkaður.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fóru nýggjan túr tá ið teir høvdu landað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald