Innanlands

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa umleið 200 tons á Toftum

Partrolararnir hava fiskað gulllaks hendan túrin

2018-07-06 12:17 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum í dag.

Upplýst verður, at parið hevur 190 tons av gulllaksi, sum teir landa á toftum Seinni verður gulllaksurin koyrdur til tavuna í Leirvík, har hann verður virkaður.

Seinastu mongu árini eru tað trý pør, sum hava fiskað gulllaksakvotuna.

Talan er um partrolararnar Eysturbúgvin, Vesturbúgvin og Polarhav, Stjørnan og Fuglaberg og Skoraberg.

Tá ið Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava landað, verður fari aftur á gulllaksaveiðu undir Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder