Innanlands

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landaðu til Pelagos í gjár

Skipini hava nú fiskað meginpartin av gulllaksakvotuni fyri í ár

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landaðu til Pelagos í gjár

Mynd: Kiran Jóanesarson

2018-08-08 08:05 Author image
Kiran Jóanesarson

Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landaðu til Pelagos í gjár.

Upplýst verður, at parið hevði 250 tons av gulllaksi, sum teir landaðu til Pelagos í Fuglafirði.

Parið hevur nú fiskað meginpartin av sínum parti av gulllaksakvotuni, og tí er óvist um teir fara aftur á gulllaks ella á upsaveiðu.

Tað eru trý pør, sum seinastu árini hava fiskað gulllaksakvotuna. Hini bæði pørini eru Skoraberg og Fuglberg og Polarhav og Stjørnan hjá JFK í Klaksvík.