Innanlands

Fagraberg á Fuglafirði við 800 tonsum

Fargaberg og Hoyvík landa makrel

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

2018-09-04 21:22 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom á Fuglafjørð i gjár við 800 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos.

Talan hevur verið um góðan fiskiskap hendan túrin. Fagraberg hevur fiskað í føroyskum sjógvi.

Tá ið Fagraberg hevur landað sleppur Hoyvík, sum hevur umleið 600 tons, fram at.

Eisini teir hava fiskað í føroyskum sjógvi, og tá ið skipini eru liðug at landa fara tey aftur á makrelveiðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder