2023-09-05 20:54
Uppsjóvarskipið er júst komið aftur á fiskileið eftir at skipið hevur landað makrel í Noregi.
Fagraberg hevur fiskað í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin heuvr verið góður.
Veiðan varð landað í norska býnum Måloy, og skipið er nú komið aftur á fiskileið í føroyskum sjógvi.
Øll tey føroysku makrelskipini eru stødd norðanfyri í føroyskum sjógvi í løtuni. Seinastu tíðina hava tey eisini roynt í altjóða sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald