2019-10-29 22:39
Uppsjóvarskipið Fagraberg kom á Fuglafjørð í dag, har teir skulu landa.
Teir byrjaðu í morgun at landa 400 tons av makreli, sum eru fiskað norðanfyri Føroyar.
Fagraberg slapp framat at landa beinanvegin teir komu inn, og farið verður aftur til fiskiskap so skjótt liðugt er at landa.
Danska uppsjóvarskipið Isafold og norska uppsjóvarskipið Gerda Marie, komu á Fuglafjørð í kvøld, har teir bíða eftir landingartørni. Tey skulu landa sild til Pelagos.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald