Innanlands

Fagraberg landar í Fuglafirði

Fagraberg hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2018-11-23 11:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg hevur landað 1800 tons av sild til Pelagos.

Fagraberg hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin, og talan er um góða sild.

Tá ið Fagrabeerg hevur landað, fara teir aftur á sildaveiðu.

Uppsjóvarskipið Høgaberg, sum Framherji í Fuglafirði eisini eigur, kom á Fuglafjørð í nátt, har teir skulu landa makrel.

Teir hava fiskað makrel í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Høgaberg hevur umleið 1000 tons av góðum makreli, sum teir skulu landa til Pelagos tá ið Fagraberg er liðugur at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder