Fagraberg landar í Fuglafirði

Fagraberg byrjaði at landa 2800 tons í morgun

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-06-12 22:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom tíðliga í morgun á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hava 2800 tons, sum teir byrjaðu at landa til Havsbrún í morgun.

Fiskiskapurin hevur verið hampiligur, og fer Fagraberg helst aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder