Innanlands

Fagraberg landar svartkjaft í Fuglafirði

Fagraberg landar í løtuni 2.800 tons til Havsbrún

Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-06-03 21:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg landar í løtuni 2.800 tons av svartkjafti til Havsbrún, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.

Fagraberg hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin, og fer aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.

Tað eru nøkur fá uppsjóvarskip, sum framvegis fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi.

Hini eru antin á beding ella eru teir farin á sildaveiðu í føroyskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder