Innanlands

Fagraberg siglir inn av svartkjaftafeltinum

Fagraberg er ávegis á Fuglafjørð við 2.000 tonsum av svartkjafti

Fagraberg (Savnsmynd: kiran Jóanesarson)

Fagraberg (Savnsmynd: kiran Jóanesarson)

2024-01-07 18:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg er ávegis á Fuglafjørð, har skipið skal landa.

Fagraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan - 2.000 tons, verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Hetta er fyrsta svartkjaftalastin, sum verður landað í ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder